Ítrótta- og rørsluvika 2026
14. – 20. septembur 2026
Føroyar hava nú flutt seg
82,943,315
metrar í felag
Eitt felags mál.
At savna allar Føroyar um ítrótt og rørslu, og gera rørslu sjónliga í gerandisdegnum. Øll kunnu luttaka og skráseta seg til Ítrótta- og rørsluvikuna her.
#vit eru við
Runt føroysku strandarlinjuna
Samanlagt 1.291.557 metrar
#VIT ERU VIÐ
SOLEIÐIS KANST TÚ VERA VIÐ
ARBEIÐSPLÁSS
Leiðslan tekur stig til, at hesa vikuna seta vit okkum eitt felags rørslumál. T.d at vit skulu renna metrarnar kring allan Vágoynna, tí vit búgva her vestri. Ella ganga vit til og frá arbeiði, telja trapputrin, ella okkurt heilt annað.
Tit velja ein at skráseta minuttirnar/metrar/rørsluna.
Fá fleiri hugskot til, hvussu vit kunnu vera virkin HER.
BARNAGARÐAR
Leiðslan tekur stig til, at skipa ein rørsludag ella at gera eina rørsluleið, har tit síðani skráseta minuttirnar og rørsluna. Vit telja hetta síðani um til metrar.
Tað er eisini upplagt at gera hetta í felag við t.d. nærmasta eldraheimi. Avtalið eina rørsluvitjan hjá nærmasta eldraheimi. So kunnu tit hava eina felags rørsluløtu og síðani kunnu tey eldru tekna strikur, meðan børnini renna eftir eini rørsluleið.
Vit velja ein at skráseta okkara metrar.
Fá fleiri hugskot til, hvussu vit kunnu vera virkin HER.
ELDRAHEIM
Leiðslan tekur stig til, at tit skipa tykkara egna rørsludag. Bjóða t.d. børnum frá nærmasta barnagarði framvið. So kunnu børnini renna ella koma ígjøgnum eina rørsluleið, meðan tey eldru tekna strikur. Til ber eisini at hava eina felags rørsluløtu, sum endar við einum sangi.
Tit velja ein at skráseta minuttirnar/rørsluna, so rokna vit rørsluna um til metrar.
Fá fleiri hugskot til, hvussu vit kunnu vera virkin HER.
SKÚLAR
Tað er upplagt at leggja árliga renniadagin hesa vikuna (VIKA 38).
So eru tit øll vera við til, at vit náa okkara felags máli, sum er at renna fleiri enn 50 ferðir kring Føroyar.
Veljið so ein at skráseta metrar/minuttir/rørslu, so rokna vit hetta um til metrar.
Fá fleiri hugskot til, hvussu vit kunnu vera virkin HER.
EINSTAKLINGAR
Skráset minuttirnar, sum tú hevur verið í rørslu. Møguleikarnir eru nógvir – tú kanst ganga, renna, svimja, frítíðarspæl, joga osfr.
Tú skrásetur minuttir/rørslu, og vit telja tína rørslu um til metrar.
Fá fleiri hugskot til, hvussu vit kunnu vera virkin HER.
ALMENN TILTØK
ØLL VIÐ:
Parasport skipar fyri rørslutiltakið, har pláss er fyri øllum. Komið øll við!
- 20. sept. Kl.12-14.00.
- Stað: Gundadalshøllini/Viðarlundini
- Ein atkomuvinarlig renni – og gangileið
- Kurvabóltur, fótbóltur o.a.
RUDDIÐ FØROYAR:
- Tíð og stað: Alla vikuna og kring allar Føroyar.
- Hesa vikuna Rudda vit eisini Føroyar, og tí kunnu tit skráseta tykkara minuttir, tit rudda, sum rørsluminuttir.
Rørsla úti í nátturúni við einum góðum endamáli. - Vit telja soleiðis:

SOCIAL RUN á Rótini í Klaksvík 15. sep. kl. 19.30
- Kom og rør teg saman við okkum á Rótini.Í samband við Ítróttar- og rørsluvikuna bjóða vit á Rótini til Sosial run týskvøldið 15. sep. kl. 19.30.Vit ganga/renna ein lítlan túr á 25.minuttir og koma aftur á skúlan til kaffi, te og okkurt leskiligt.Øll kunnu vera við, ung sum gomul!Tað er ikki neyðugt við tilmelding.
- Mánadagin 14.sept:
- Kl.16-20 ókeypis svimjing í svimjihøllini
- Kl. 17.30 Colour Run (tilmeldingarfreistin er farin)
- Mikudagin 16.sept:
- Kl.16-20 ókeypis svimjing í svimjihøllini
- Kl.20.45 ókeypis frálæra í linedans í ítróttarhøllini. Eitt hugnaligt kvøld, har øll kunnu vera við.
- Hósdagin 17.sept:
- Kl.17.30 kondibingo, sum ung í bygdini skipa fyri. 20kr plátan.
- Fríggjadagin 18.sept:
- Kl.16-20 ókeypis svimjing í svimjihøllini
- Leygardagin 19.sept:
- Kl.10 Súkklu hálvmarathon frá ítróttarhøllini (tilmeldingarfreistin at fáa medalju og t-shirt er farin), men øll eru vælkomin at luttaka.
- Sunnudagin 20.sept:
- Kl.8.30-11 ókeypis svimjing í svimjihøllini