Rørsluskáar

Tit vita best, hvat riggar hjá tykkum. Tí kunnu tit frítt leggja tykkara egnu skrá fyri vikuna. Til íblástur hava vit savnað nøkur dømi um rørsluskráir her á síðuni.

Hvat er ein rørsluskái

Ein rørsluskái er ein stuttur rørslusteðgur, sum gevur heila og kroppi nýggja orku at arbeiða víðari. Møguleikarnir eru óendaligir, og tit velja sjálvi, hvat tykkara fokus skal vera. T.d. pulsur, samstarv, hugsavnan ella samskipan. Alt hevur sínar ágóðar, men gloymi ikki smílini.

PULSUR
Vit fáa pulsin upp. Hetta økir sum møguleikan hjá okkum at minnast tað, sum vit júst hava lært. Heilakyknurnar greina seg sundur og skapa eitt fínmeskað net í heilabarkanum. Og so fáa vit eisini nýggja orku og smílini fram.

SAMSTARV
Venjingarnar krevja samstarv og skapa álit. Hetta er við til at skapa eitt trygt rúm. Grundalag og dirvi verða skapt fyri at royna okkurt nýtt ella at seta forvitnar spurningar.

HUGSAVNAN
Róligar venjingar vekja og styrkja ans okkara fyri okkum sjálvum, hvørjum øðrum og fyri innihaldinum, sum vit arbeiða við. Hesar venjingar kunnu eisini vekja okkara empatisku evni og okkara evni at virka í einum felagsskapi.

SAMSKIPAN 
Samskipanarrørslur, sum til dømis rørslur, har vit krossa, eru við til at stimbra heilabjálkan, soleiðis at vit skjótari og skjótari megna at flyta vitan frá aðrari heilahávlu til hina. Hetta hevur

Meira um rørsluskáar:

1. Rørslusteðgir

Fólk, sum taka stuttar rørslusteðgir, siga frá, at hetta gevur betri lag, meiri orku og kunnu eisini økja um arbeiðsevnið.

2. Hvat kann tú gera í einum 5 minuttir rørslusteðgi?

Tú nýtist ikki at fara út at venja – tað er nóg mikið at reisa teg og ganga runt á skrivstovuni, taka trappurnar ella gera nakara skjótar styrkivenjingar í 5 minuttir.

3. Hvat gevur ein rørslusteðgur einum, sum situr fleiri tímar um dagin?

Ein stuttur gongutúrur hvønn tíma kann viga upp ímóti nøkrum av teimum neiligu árinunum av at sita ov leingi.

4. Hvørjir aðrir ágóðar eru av stuttum rørslusteðgum?

Rørslusteðgir gagna ikki bara vøddum og liðum – teir styrkja eisini hjartað, økja um blóðrenslið, stuðla sodningini og kunnu betra um sjálvsálitið.

5. Hví eru 5 minuttir nóg nógv?

Tú fært gagn og tað er burðardygt. Tú nýtist ikki langa venjing fyri at fáa gagn. Fimm minuttir av gongu hvønn tíma er ein einfaldur vani, sum er lættur at halda fast við og gevur veruligan heilsuligan ágóða.

Scroll to Top