HVUSSU ERU VIT VIRKIN?

Alt telur við! 

  • Á veg til og frá arbeiði

  • Í arbeiðstíðini

  • Í frítíðini

Á veg

Tit kunnu velja og telja, um tit ganga, renna ella súkkla til og frá arbeiði hesa vikuna.

Til arbeiðis

Takið rørsluskáar ígjøgnum arbeiðsdagin – les um hví og hvussu undir “Rørsluskáar”

Í frítíðini

Eitt endamál er at gera rørslu sjónliga, so hesa vikuna telja vit alt, sum vit røra okkum - eisini eftir arbeiðstíð. T.d. fetini/metrarnar, sum ur ella telfonin hjá tykkum telur. Tit kunnu eisini avtala felags tiltøk, venjingar ella túrar og telja rørslumetrar.

Felags rørslumál

Leiðslan tekur stig til at seta eitt felags rørslumál fyri vikuna: HVUSSU NÓGVAR METRAR ÆTLA TIT AT SAMLA?

Plakat yvir Føroyakort, har tit kunnu finna tykkum eitt hóskandi mál.

Og tað hjálpir heilt sikkurt, um tit gera eina Vikuætlan, og hanga hana eitt sjónligt stað,  soleiðis at øll kunnu fylgja við.

Tit velja ein at SKRÁSETA minuttirnar/metrar/rørsluna. 

Tá vikan byrjar tann 14. september verður klárt at skráseta her á heimasíðuni. Vit senda eisini leinkju til allar luttakarar.

Tit kunnu skráseta rørsluna sum metrar ella rørsluminuttir. Og soleiðis savna tit rørslumetrar.
Plakat, har tit kunnu savna tykkara rørslumetrar. 

Fyri at náa málinum skulu vit savna metrar hvønn dag. Og vit skráseta eisini á heimasíðuni hvønn dag
 
Mánadag: 
Týsdag: 
Mikudag:
Hósdag:
Fríggjaadag:
– og vikuskiftið er eisini ein møguleiki!

Ger t.d. ein lista 3-5 rørsluátøk um dagin.

Hvør fær fulla plátu? 

Rørslurnar kunnu verða: 

  • Gerið ein rørsluskáa saman (ein rørslusteðgur, har tit gera smáar venjingar).
  • Tak trappurnar ella renn á staðnum í 20 sekund.
  • Far ein stuttan túr við arbeiðsplássið, áðrenn tú møtir til arbeiðis.
  • Bjóða einum starvsfelaga við út at ganga.
  • Parkera eitt sindur longri burtur, ella gakk til arbeiðis.
  • Far ein túr í døgurðasteðginum.
  • Gang ein túr á 1.000 fet.
  • Far ein túr í døgurðasteðginum.

Nærri lýsingar av HUGSKOTUNUM.

Eitt hugskot til rørsluskáa, sum kann brúkast á eldraheimum, í barnagarðinum ella á arbeiðsplássinum.

Morgunfimleikur fyri seniorar (Kelda: www.kvf.fo).

Hugskot til rørsluskáar í gerandisdegnum.

Scroll to Top