Í sambandi við Ítrótta- og rørsluvikuna bjóðar Parasport og ØLL VIÐ til ein stuttligan og virknan dag í Gundadalshøllini/viðarlundini fyri børn, sum bera brek ella hava serligan tørv.
Her verður høvi at royna spøl og njóta felagsskapin í tryggum og góðum umstøðum – og sjálvandi við gleðini í hásæti ![]()
Sunnudagin 20. sept.
Kl. 13.00–15.00
Gundadalshøllin, Tórshavn
Set X í kalendaran longu nú!
Øll við er ein verkætlan hjá Parasport Føroyar, sum verður framd í tøttum samstarvi við Ítróttasamband Føroya. Verkætlanin fær stuðul frá Knud&Dagny Gaad Andresen Fonden, Betri, Vanførerfonden, BevicaLegater, MEGD og Mentamálaráðið.
Vit gleða okkum – og vóna at síggja nógv børn og familjur til ein góðan dag saman!