ERU TIT VIÐ?
ÍSF, Heilsumálaráðið og Heilsustýrið bjóða øllum føroyingum til Føroya fyrstu ítrótta- og rørsluviku. Í døgunum frá 14. – 18. september fara vit at skapa røring á føroyskum arbeiðsplássum.
Øll kunnu vera við – arbeiðspláss, stovnar, skúlar og einstaklingar.
Endamálið er at fáa allar føroyingar at røra seg – í felag
- At savna arbeiðspláss og borgarar í Føroyum um rørslu
- At gera rørslu sjónliga
- At styrkja trivnað, arbeiðsgleði, felagsskap og liðanda
- At seta rørslu á dagsskrá sum eitt heilsufremjandi leiðslu- og mentanarátak
Soleiðis eru tit við:
Tit skráseta tykkum her á heimasíðuni, so eru tit við. Eftir summarsteðgin fáa tit hugskotum til vikuna, og ígjøgnum ítrótta- og rørsluvikuna kunnu tit so skráseta alla rørslu, sum tit gera í hesi viku.
Tað er ÍSF sum hevur tikið stig til hesa Ítrótta- og rørsluvikuna, og vikan verður skipað í samstarvi við Heilsumálaráðið og Heilsustýrið.
Fólkaheilsuráðstevna
Sum ein part av Ítrótta- og rørsluvikuni skipa Heilsumálaráðið og Heilsustýrið saman við ÍSF fyri eini fólkaheilsuráðstevnu, har dentur verður lagdur á rørslu sum heilsufremjandi átak á arbeiðsplássum.