Fólkaheilsuráðstevnan “Rørsla á arbeiðsplássinum”

ERU TIT VIÐ?

    • 9. september 2026

    • Frá kl. 09.00 – 15.00

    • Kongshøll, Vestara Bryggja 15, Tórshavn

    • Ókeypis

Fólkaheilsuráðstevnan “Rørsla á arbeiðsplássinum” leggur dent á rørslu sum natúrligan part av arbeiðsdegnum, og hvussu heilsa kann sameinast við høvuðsuppgávuna á arbeiðsplássinum. Fyrilestrarnir vísa m.a. á, hvussu starvsfólk kunnu fáa betri heilsu, tá tey eru til arbeiðis, tí arbeiðið í sjálvum sær er skipað á ein hátt, sum gagnar heilsuni.

Endamál

    • At savna arbeiðspláss og borgarar í Føroyum um rørslu

    • At fáa leiðslur at seta rørslu á dagskrá sum heilsufremjandi leiðsluátak

    • Hetta skal vera ein felags íløga í menniskju og okkara samfelag

Málbólkur

    • Leiðarar – í privatu vinnuni

    • Leiðarar – í almenna geiranum

    • Fólk við starvsfólkaábyrgd (HR starvsfólk)

    • Starvsfólkaumboð og trygdarumboð

    • Álitisfólk

    • Nevndarlimir

    • Og annars øll starvsfólk sum vilja ganga á odda!

Skrá

  • Vælkomin, Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinna í heilsu- og orkumálum 
  • Heilsustøðan í Føroyum, Heilsustýrið
  • Likamlig og sálarlig heilsa á arbeiðsplássinum, Peter Qvortrup Geisling, sjónvarpslækni
  • Rørsla, heilsa og arbeiðsumhvørvi – við støði í føroyskum kanningum, Rúni Bláfoss, Det Nationale Forskningscenter for Arbejdsmiljø
  • Sundhedsmiljø – hvordan skabes sundhed gennem arbejdet?, Trine Fuhr Nielsen, Det Nationale Forskningscenter for Arbejdsmiljø
  • Fá tær eitt rørsluábit – hvussu kann mann venja munadygt á arbeiðsplássinum?, Magni Mohr, Fróðskaparsetur Føroya
  • Ítrótta- og rørsluvika 2026, ÍSF
  • Orðaskifti

Skráin verður dagførd, tá ráðstevnan nærkast.

Tilmelding:

Skráset til ráðstevnu
Tit fáa nærri kunning og hava møguleika at nágreina talið seinni.

Add Your Heading Text Here

Leave a Comment

Your email address will not be published. Required fields are marked *

Scroll to Top