Einfaldar venjingar – lættar at fara í gongd við

Tit hava ikki tørv á útgerð ella nógvari fyrireiking. Her eru nakrar einfaldar venjingar, sum kunnu gerast á arbeiðsplássinum – einsamøll ella saman.


Plankan

Styrkir búk og rygg.

Soleiðis gera tit:

  • Leggið tykkum á gólvið við albogunum undir herðunum
  • Haldið kroppin beinan frá herðum til hælar
  • Spennið búkin og haldið støðuna

⏱️ Haldið í 20–60 sekund
🔁 Endurtakið 2–3 ferðir


Sprint á staðnum

Fær pulsin upp skjótt.

Soleiðis gera tit:

  • Rennið á staðnum
  • Lyft knøini væl upp
  • Brúkið armarnar aktivt

⏱️ 20–30 sekund í senn
🔁 Endurtakið 3–5 ferðir


Trappuvenjing

Góð fyri bein og konditión.

Soleiðis gera tit:

  • Gangið ella rennið upp og niður trappur
  • Haldið eitt støðugt tempo

⏱️ 5–10 minuttir

👉 Kann lætt gerast sum ein aktivur steðgur í arbeiðsdegnum


Kollega-stafett

Rørsla og felagsskapur í senn.

Soleiðis gera tit:

  • Býtið tykkum í smá lið
  • Ein rennur ella gongur eitt strekki (t.d. runt um bygningin)
  • Næsti heldur fram

⏱️ 10–20 minuttir

👉 Ger tað stuttligt – og eggið hvørjum øðrum


Rørsla runt borðið

Ein skjót aktiv pausa.

Soleiðis gera tit:

  • Reisist frá skriviborðinum
  • Gerið t.d.:
    • 10 squats
    • 10 hopp
    • eitt lítið umfar runt borðið

⏱️ 2–5 minuttir

👉 Perfekt sum ein lítil “rørslupausa” í degnum


Gott ráð

Byrjið í tí smáa – tað týdningarmesta er at koma í gongd.
Gerið tað saman, og gerið tað regluliga.

💡 Allar minuttir telja!

1 thought on “Einfaldar venjingar – lættar at fara í gongd við”

Leave a Comment

Your email address will not be published. Required fields are marked *

Scroll to Top